Ung í Grønum Arbeiði byrjar aftur í summar!

07. jun 2022

Hvør kann søkja og hvussu er arbeiðið skipað?
Í summar fer Ung í Grønum Arbeiði aftur í gongd. Øll ung millum 15-18 ár eru vælkomin at søkja. Vit leita eftir ungum, ið hava hug og møguleika at arbeiða frá miðjan juni og til skúlin byrjar aftur. Felags fyri allar uppgávurnar er, at ein skal hava hug at arbeiða úti, ikki smæðast við at royna okkurt nýtt og trívast í fjølbroyttum uppgávum. Uppgávurnar fevna um at fríðka um á hesum økjum: býarfríðkan & vegadeildin og á havna- og vinnuøkinum.

Uppgávur hjá býarfríðkan og vegadeildini

  • Reinsa ókrút og vøkstur á gongugøtuni millum Garðaveg og Kjalaveg.
  • Rudda og savna rusk, har tað er neyðugt

Uppgávur á havna- og vinnuøkinum

  • Reinsa ókrút og vøkstur á Stongunum og við bátabrúgvarnar.
  • Rudda og savna rusk, har tað er neyðugt


Tey sum søkja, eru vælkomin at viðmerkja, hvat starv tey ynskja, ið mun til tær uppgávur sum eru. Tó er eingin trygd fyri, at vit kunnu ganga øllum ynskjum á møti. Umsóknarfreistin er 20. juni.

Meira um starvið:
Starvið krevur, at ein vísir fyrilit, ábyrgd og hevur hug at seta spurningar til uppgávurnar, sum ein er sett/ur til. Øll ung í aldrinum 15-18 ár, og sum hava mót og hug til kropsligt arbeiðið, eru hjartaliga vælkomin at søkja.

Skrivað: UIA